Í vikuskiftinum klipti løgreglan nummarpláturnar av Hummer limousinuni hjá byin.fo. Í gjár fekk nýggi rottangabilurin hjá Tórshavnar kommunu somu lagnu.
Hóast nógv hevur verið frammi hesa vikuna um nýtslu av bilum, ið ikki eru skrásettir í Føroyum, sigur Boði Haraldson býarverkfrøðingur, at talan er um ein tankatosk og eitt mistak, tá bilurin hjá Tórshavnar kommunu varð nýttur, hóast skrásetingin í Føroyum ikki var avgreidd. Boði greiður frá, at pappírsarbeiðið í morgun er avgreitt, og bilurin hevur fingið føroyskar nummarplátur.
Boði veit einki um, at málið fær nakrar víðari avleiðingar fyri kommununa.










