Samanbera vit Føroyar við størstu alitjóðirnar, Chile og Noreg, eru nakrir avgerandi munir. Tað fyrsta er sjálvandi støddin av londunum og mongdin av framleiddum ali-laksi. Hesi londini eru harafturat landafrøðiliga vælsignað við nógvum stórum firðum, ið kunnu takast í nýtslu, um tey ynskja at ala meira. Vit ala harafturímóti longu á vardu økjunum, ið eru til taks og møta tí eini plásstrots-avbjóðing væl áðrenn okkara stóru kappingarneytar.
Aling á harðbalnum økjum
Skulu vit ala meira, uttan at endurtaka gamla mistakið, at pressa meira laks inn í somu øki, so er einki at gera uttan at leita eftir nýggjum hóskandi plássum. Longri úti er streymurin sterkari og aldan hægri. Hetta er partvís gott, tí nótirnar fáa meiri reinan ilt-ríkan sjógv gjøgnum seg, og økini tola meiri fisk, tí botnurin reinsast skjótari. Hinvegin kann rákið verða ov hart fyri smærri fisk, og heilt onnur krøv eru eisini til útgerðina, tí kreftirnar í hægri aldunum eru nógv størri.
Fyri at kunna svara, hvussu nógv rák og alda kann vantast á ymisku økjunum, eru granskingarverkætlanir settar í gongd á Fiskaaling. Úrslitini, ið verða víst her, eru frá einum samstarvi millum Fiskaaling og Fróðskaparsetur Føroya um teldusimuleringar av alduviðurskiftunum á landgrunninum.
Alda frá DMI
Besti mátin at kenna alduviðurskiftini á einum ávísum øki, er við at máta alduna á staðnum – helst í nógv ár. Hetta gevur hagtøl yvir, hvussu høg aldan vanliga er, og metingar kunnu gerast um, hvussu høg aldan kann gerast. Er talan um eitt stórt øki har alduviðurskiftini broytast nógv frá stað til stað, sum eitt nú, tá talan er um allan føroyska landgrunnin, so ber ikki til at máta seg fram til hagtølini fyri alt økið. Neyðugt er við eini teldu eftirgerð av veruleikanum, tvs. einum modelli, ið kann meta um alduna allastaðni í økinum, alt eftir hvussu veður og vindur hava háttað seg uttanum Føroyar. Í hesum sambandi vóru vind- og alduúrslit keypt frá DMI, ið søgdu hvussu teirra modellir mettu aldan og vindurin vóru uttanum Føroyar tíma fyri tíma í 44 ár aftur í tíðina. Eitt dømi um, hvussu føroyska økið sær út í DMI-modellunum er givið á reydligu myndini høgrumegin. Myndin vísir greitt at modellið er ov grovt (kassarnir eru ov stórir) til at líkast veruligu viðurskiftunum á innaru leiðunum. Tørvur er tí á einum lokalum aldumodellið, ið hevur hægri upploysn (endurgevur veruleikan við smærri kassum).
Aldumodell fyri Føroyar
Fyrsta krav fyri at kunna gera eitt føroykst modell, er at kenna dýpið so neyvt sum gjørligt. Grunda á eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið, Havstovuna, Vaktar- og Bjargingar Tænastuna, Landsverk og Jarðfeingi er eitt slíkt talgilt dýpdarkort tøkt. Næsta kravið er at kenna aldu og vind viðurskiftini uttanum Føroyar, og sum nevnt so var henda vitan keypt frá DMI. Síðsta kravið slík modell seta, er at hava sera nógva rokniorku tøka. Um hetta skuldi bera til við teimum teldum ið vóru til taks, var neyðugt at gera trupulleikan nakað einfaldari. Størsta einfaldanin lá í at siga, at Føroyar altíð eru smáar í mun til støddina á lágtrýstunum um okkara leiðir. Hetta førdi við sær, at allar aldu- og vind-støður kundu lýsast sum ein sameining av áleið 4.000 ymiskum einføldum aldumodell úrslitum.
Tað man vera væl kent millum føroyingar, at veðrið ikki altíð hættar sær, sum veðurforsøgnin sigur. Hetta er eisini satt fyri alduviðurskifti. Tað er tí sera umráðandi, at aldumodellir verða rættaði, so samsvar er í mest møguligan mun við lokalar aldumátingar. Í hesum sambandi hava aldumátingar hjá Landsverki og Data Quality Systems verið eitt avgerandi íkast, ið hevur sikra, at modellúrslitini líkjast veruleikanum so nógv sum gjørligt.
Aldu metingar
Úrslitið frá hesum samankoyringum av data frá DMI við aldumodell og aldumátingar, gevur tað sum svarar til eina 44-ára langa aldumáting fyri hvørjar 100 metrar á øllum Landgrunninum. Tískil ber til at siga rættuliga nógv um alduviðurskiftini á ymisku plássunum. Hetta er sjálvandi bert satt við hóskandi fyrivarni, tí talan er um modell og ikki um veruligar mátingar. Ssum dømi síggja vit á myndunum til høgru niðast, hvussu hvussu hægsta alda er eitt miðalár í ávikavist januar- og juli mánað.
Tað sæst, at flestu øki eru at rokna sum vard um summarið (eitt miðalár), meðan bert tey innastu hava lívd, tá vetraródnirnar leika á. Á sama hátt eru úrslit tøk, ið vísa ringasta førið, í vantast kann yvir longri áramál. Hesar kanningar geva sostatt ábendingar um, hvar ringarnir kunnu liggja, og hvat fyri alduhædd teir skulu halda til.
Handan aldukambin
Nú tá einfaldaðu útrokningarnar eru tøkar, sum lýsa hvussu aldan ferðast úti frá havinum og inn á firðirnar, ber eins væl til at brúka tær fram í tíð heldur enn aftur í tíð, sum gjørt varð í hesi kanning. Á hendan hátt kunnu hesi úrslit endurnýtast til at gera alduforsagnir ið ikki krevja stórvegis rokniorku. Tað ,ið manglar, er bert at fáa eina avtalu upp á pláss við ein metereologiskan stovn, ið ger alduforsagnir fyri okkara leiðir.
Samanberingar við fleiri styttri aldumátingar hjá Fiskaaling, gjørdar inni á ymiskum aliøkjum, standa fyri framman. Vónin er, at aldumodellið kann gerast enn neyvari, so tað mennist til eitt virðismikið amboð hjá vinnuni og fólki annars.