Í fíggjarlógini fyri næsta ár fær Sernámsdepilin eina meirjáttan uppá 1,5 miljónir krónur. Depilin hevur leingi havt ynski um at keypa ein nýggjan buss og tí er ein hálv miljón krónur oyramerkt til tað endamálið. Helmingurin av meirjáttanini fyri næsta ár fer tó til lønarhækkingar á stovninum, ið svara til 3%.
- Fíggjarkarmurin fyri næsta ár ger tað møguligt at seta ein barnasálarfrøðing afturat. Í fíggjarlógararbeiðinum havi eg stríðst fyri at fáa Sernámsdeplinum eina meirjáttan næsta ár, tí eg kenni karmarnar og umstøðurnar stovnurin arbeiðir undir. Tað er alt ov stressandi hjá einum sálarfrøðingi at arbeiða einsamallur á økinum og tí eigur ein at verða settur afturat, sigur Signar á Brúnni.
- Hinvegin eri eg vónbrotin av, at stjórin í Sernámsdeplinum, Marita Petersen, langar út við at siga, at játtanin til virksemið líkist ongum, tá ið hon sjálv bæði sum landsstýriskona og løgmaður veit og hevur innlit í, hvussu stríggið tað er at fáa meirjáttan til ein stovn. Tað er eisini ein spurningur hjá stjóranum at raðfesta og rasjónalisera. Bussurin, ætlanin er at keypa, kann kanska keypast bíligari og til dømis rindast yvir tvey ár. Harumframt er lønarlagið hjá starvsfólkunum í deplinum ógvuliga høgt, tí tey eru danskir embætismenn. Høvdu broytingar komið í og starvsfólkini verðið føroyskir starvsmenn høvdu pengar verið at spart. Og harvið møguleikar at setta fleiri barnasálarfrøðingar, sigur Signar á Brúnni.
Sernámsdepilin er serskúli á Fólkaskúlaøkinum. Hann fær á fíggjarlógini í ár 28.284.000 krónur og fyri næsta ár 29.870.000 krónur.