Skoti vitjar
Hann verður vanliga mettur at vera ríkasti og mest múgvandi vinnulívsmaðurin í Skotlandi. Hann er Føroyavinur um ein háls, og tá hann sigur hetta, letur hann móttakaran vera vissan í, at hetta eru ikki bara tóm orð. Maðurin er David B. Craig og eigur risastóru fiskivinnu- og oljuvinnufyritøkuna Craig Group.
Hann er eingin unglingi longur, hóast rødd og andsevni eru at líkna við tí hjá einum ungum manni. David Craig er 87 ára gamal og var ein av teimum hálvthundrað skotunum, sum var við skotsku sendinevndini, ið vitjaði í Føroyum herfyri.
Hóast høga aldurin er David Craig framvegis sera virkin og er hann nevndarformaður í Craig Group, sum hevur høvuðsskrivstovu í Aberdeen. Felagið eigur í dag 20 skip, sum virka í oljuvinnuni og 9 fiskifør. 1500 fólk arbeiða í fyritøkuni, sum er kend langt út um Skotland.
Nú útlit eru fyri, at oljan kanska eisini kemur til Føroya ? og skotsk vika varð hildin í Havn ? helt hann tað vera rætt at leggja leiðina framvið. -Nú vit skotar hava so drúgvar royndir í oljuvinnuni fyri ikki at tosa um fiskin hugsaði eg, at vit kundu geva føroyingum nakað av okkara royndum og vitan á økinum.
Kennskapurin til Føroyar gongur langt aftur í tíðina. David var vanur við at fiska um okkara leiðir, tað var áðrenn teir fóru uppí felagsmarknaðin. Sjálvur minnist David væl tíðina, tá hann fyri meira enn 40 árum síðani var við skotskum fiskiskipi undir Føroyum..
Tað var sera sera góður fiskur, sum fekst undan Føroyum tá. Hann minnist eisini væl tær mongu ferðirnar teir løgdu inn í Vestmanna á veg til Íslands. -Okkum dámdu so væl fólkið her, og eg havi framvegis sera stóran tokka til Føroyar. Eg ivist ikki í, at tit eiga eina framtíð á hesum klettum, og eg vóni tit fara at finna olju her eisini. Hon kann koma at hava stóran týdning fyri búskapin. Slík vinna kann eisini koma at ávirka mentanina her og skapa trupulleikar, men eg haldi hon fer at hava fleiri góðar avleiðingar við sær enn ringar.
David Craig vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 1936, tá hann var við skotskum fiskiskipi. . Teir vóru tá í Klaksvík. Hann vitjaði ikki aftur her fyrr enn fyri fýra árum síðani. Og síðani aftur í ár.
Og nógv er broytt heldur hann. -Tit hava fingið eitt nútímans samfelag. Her eru sera góðir vegir og bygningarnir eru sera vakrir. Litirnir á húsunum ger tað eisini so litrík at koma higar. Maturin er framúr góður. Og soleiðis kundi verið hildið fram við positivu lovorðunum.
Hesin múgvandi skotin dámar eisini sera væl mentanina í Føroyum, sum hann heldur vit eiga at gera alt fyri at varðveita. -Eg vóni tit finna olju, og at hon verður góð fyri búskapin. Tit fara at fáa útlendingar henda vegin við aðrari mentan, siðum og meiningum. Tað fer at vera ein avbjóðing, sum tit megna og sum eisini kann vera góð.
David Craig er sannførdur um, at tað ber til at hava eina oljuvinnu og eina fiskivinnu lið um lið. ?Eg havi drúgvar roynir sum bæði fiskimaður og oljumaður, og tá oljan gjørdist veruleiki í Norðsjónum fyri umleið 30 árum síðani minnist eg væl, at eg samráddist fyri at verja áhugamálini hjá fiskimonnum. Og hetta er so eisini nakað, sum tit í Føroyum eiga at hugsa nógv um, tá og um oljan kemur.
Mugu semjast
David Craig vísir á, at tá oljan kemur mugu føroyingar hava í huganum, at hon skal takast upp úr havbotninum, haðani fiskimenn í dag fara eftir fiskinum. Tað er sera týdningarmikið at skilja tað. Finna føroyingar olju kann hon jú vera á somu økjum, har fiskimenn arbeiða, og tí er umráðandi at hava fiskivinnuna í huganum, tá tað eitt nú verða lagdar rørleiðingar á havbotnin Tá er umráðandi, at fiskimenn og oljumenn tosa um tingini og semjast. Gera teir ikki tað, so kann samfelagið koma út í stórar trupulleikar, sum eisini kunnu skaða búskapin. Hóast hesar vandar, so heldur kendi skotski vinnulívsmaðurin, at føroyingar eiga at fegnast um at kunna hava báðar hesar vinnur.
-Men tit mugu minnast til, at tykkara høvuðsvinna er fiskur. Og tá oljan kemur, so vita tit, at hon varir ikki ævigt. Men tað ger fiskurin, um man ber seg rætt at.
David Craig heldur framtíðina á Atlantsmótinum vera sera spennandi. Hann ásannar, at tað er ikki hent so nógv seinastu árini. Sjálvur metir hann, at tað fer at vera ein stór avbjóðing at bora gjøgnum basaltið. Tað verður bæði torført og kostnaðarmikið.
Hann ivast eisini í, nær tað tøkniliga fer at eydnast at síggja niður gjøgnum basaltið við seismikki. So tað verður ikki so lítið av eini ?gambling? at finna rætta staðið at seta borin í inni á stóru basaltfløtunum á føroyska landgrunninum.
Og verður olja funnin, er spurningurin, hvaðani hon skal fara í fyrstu atløgu. David Craig heldur fyri, at verður gass funnið um hesar leiðir, hvat hann heldur er møguligt, so verður neyðugt við gassleiðingum. Um tær so skulu til Føroya og ella Hetlands veit hann ikki enn. Hann minnir bara á, at vit alla tíðina mugu hava fyrilit fyri fiskivinnuni, tá vit útbyggja eina oljuvinnu eitt nú við rørleiðingum á havbotninum.
David heldur annars ikki, at føroyingar skulu bera ótta fyri, at stór oljufeløg koma henda vegin verður nógv olja funnin einferð. Hann heldur tvørturímóti, at tá føroyingar koma í hóslag við fremmandu oljufólkini, kann tað nettupp hava við sær positivar avbjóðingar. ?Eg tosi frá egnum royndum og hava vit eitt sera gott samstarv við oljufeløgini, sum arbeiða út frá Aberdeen.
Hóast oljan kanska fer at fáa stóran týdning fyri Føroyar í framtíðini, so minnir hann okkum tó alla tíðina á at vera góðar við fiskivinnuna og hjúkla um hana. Og tað stavara so eisini frá egnu kenslum og royndum sínum á sjónum. ?Eg var fiskimaður stóran part av lívi mínum. Eg var eisini í herflotanum í fimm ár undir krígnum. Eg elski sjógvin og var eg ungur í dag fór eg aftur til sjós. Og so dámar mær eisini sera væl fisk sigur hesin dámligi og fryntligi skotin í samrøðu við Sosialin.