Túrurin Sumba ? Sandvík skal rennast ella gangast, men til ber eisini at tekna seg til ein part av teininum.
Eftir ein sera væleydnaðan VILT de Suðuroy renni- og gongutúr úr Sumba til Sandvíkar í fjør, hevur tað verið rættiliga stórur áhugi fyri tiltakinum í ár.
Við rættiliga ymiskum veðrið í fjør, so endaði tiltakið norðuri í Sandvík í fagrasta veðri, áðrenn farið varð til heilsuguðstænastu í Hvalbiar Kirkju.
Í ár verður heilsuguðstænasta í Tvøroyar Kirkju, og seinni um dagin verður útfer til Hovs.
Tað er fult teknað til teirra, sum ynskja felagsgisting í skúlanum í Porkeri. Men Kunningarstovnurnar hava fleiri hús til útleigan, so tað er lag á manni at tekna seg til framvegis.
Tilmeldingar til partar av teinunum, ella allan túrin, fara fram líka til fríggjadagin 9. apríl á miðdegi.