Pizzakøkurin hjá Hvonn flytur

Allir skundverðarnir verða fluttir yvir um Tórsgøtu yvir í nýggju matstovuna Eta, sum húsast í Miðlahúsinum í Tórsgøtu 1

Hvonn flytir alt take-away virksemi yvir í Eta, sum letur upp í Miðlahúsinum, út móti Vágsbotni.

Seinni í vár opnar ein nýggj matstova niðri í Vágsbotni, tá Hvonn flytur allar skundverðarnar yvir í nýggja matstovuna Eta, sum letur upp í Miðlahúsinum.

Tummas Jakobsen, sum er kokkur á Hvonn, sigur at allir take-away rættirnir á Hvonn vera nú fluttir yvir á matstovuna Eta.

- Báðir pizza-ovnarnir hjá okkum, har av annar hevur verið í húsinum síðani vit byrjaðu at gera pizza í 1998, vera fluttir yvir um vegin inn á veghæddina í Miðlahúsinum, sigur hann.

Hetta merkir eisini, at matskráin yviri á Hvonn verður nakað broytt í mun til tað, vit kenna í dag, men kortini verður enn gjørligt at bíleggja pizza, pasta, búffar og fish & chips yviri á Hvonn, sum í dag.

Eta letur væntandi upp seinni í vár.