Pizzabørn í Hvonn

Næmingar í 2. a í Hoyvíkar Skúla læra at gera pizza í Hvonn.

Tiltakið, sum er ókeypis fyri flokkarnar, er ein nýggjur liður í marknaðarføringini hjá matstovuni.
- 2. og 3. flokkar kunnu tekna seg til at koma oman at gera sínar egnu pizzur. Fimm børn sleppa framat køkinum í senn, har tey fáa hvør sítt petti av deiggj. Tey læra at rulla deiggið út, at leggja fyllu á og at baka pizzuna. Síðani sleppur flokkurin at hugna sær við pizzunum og sodavatni, sigur Sølvi Ragnarsson, frá Hvonn.