Brad Pitt er í løtuni í øðini inn á Jennifer Aniston, eftir at hon í fjølmiðlunum er lopin á damu hansara, Angelina Jolie.
Pitt heldur, at Aniston pilkar í gomlum sárum í samrøðu sínari við Vogue, har hon fyri fyrstu ferð tosar opið um skildnaða sín við Pitt. Í samrøðuni kallar Aniston m.a. atburðin hjá Jolie fyri ?óhóskandi?.
Fjølmiðlamaðurin Bill Zwecker, skrivaði, eftir at hava tosað við eina keldu nær Brad Pitt:
- Roknast má við, at Pitt var súrur um viðmerkingina hjá Aniston um, at tað var óhóskandi fyri Jolie at siga frá, at hon og Brad vórðu forelskaði, meðan tey tóku upp filmin ?Mr. & Mrs. Smith? ? meðan Aniston og Pitt framvegis vóru saman. Tað var jú Pitt, sum var ótrúgvur og tískil var tað hann og ikki Jolie, sum var orsøkin til skildnaðin, ið heilt greitt var ringur fyri Aniston.










