Í annaðkvøld, fríggjakvøldið klokkan 22 verður eitt rættiliga sermerkt kvøld í Vágs Kirkju, har ung sum eldri kunnu koma í kirkju til eina øðrvísi gudstænatu, enn tey eru von við. Hetta er eitt tiltak, tey nevna pitstop-kirkja.
Pitstop er eitt heiti, sum er kent úr kappkoyring, og tað er tá ið bilarnir fara úr kappingini at fylla á tangan, skifta dekk og annað.
Við øðrum orðum er pitstop, staðið við áfylling, dagføring og kunning og sum ger tann vitjandi skikkaðan til at halda leiðina fram, sigur Símun P. Jacobsen, prestur í Hvalba, ið heldur gudstænastuna í annaðkvøld.
- Tað er akkurát hetta sum ætlanin er við pitstop kirkjuni fríggjakvøldið, at tey, sum koma í kirkju fáa høvi til at stegða á, fáa fylt á tangan og soleiðis fáa íblástur til at halda leiðina fram, sigur prestur.
Á skránni á pitstop kvøldinum er felagssangur, kvirra, ekkó-bøn og sangur, har Eyðbjørn Jacobsen úr Klaksvík fer at syngja og spæla.
Eitt serligur partur av kvøldinum verður, tá ið tvey kend fólk fara at greiða frá, hvat teirra pitstop er.
Hann vil ikki avdúka, hvørji tey eru, men tey eru bæði tvey almenn kend og sera áhugaverd fólk.
Men tað sosiala verður heldur ikki gloymt og eftir tiltakið verður ábit og hugni á skránni.
Prestur sigur, at hóast tiltakið er eitt fríggjakvøld, er tað als ikki bara fyri ung, tí hann vónar eisini at síggja mong eldri í kirkjuni hetta kvøldið.










