Pitbull ger soundtrack til Men In Black

Will Smith hevur verið maðurin aftan fyri temasangirnar til tveir teir fyrstu Men In Black filmarnar, men temasangurin til tann triðja Men In Black eigur eingin minni enn Pitbull, sum eitt nú hevur samstarvað við stjørnur sum Enrique Iglesias og Jennifer Lopez. Sangurin til filmin hesaferð hevur fingið heitið Back In Time og verður givin út í morgin.

 

- Tað er mær ein stórur heiður at vera partur av hesum filminum, og eg havi stóra virðing fyri Will Smith, serliga tí vit hava somu tónlistarligu bakgrund, sigur Pitbull. Vónirnar eru høgar fyri nýggja Men In Black hittinum, serliga tí at upprunaliga soundtrackið seldi 3,1 milliónir eintøk bara í Amerika frá 1997 og tíðina aftaná.

 

Hóast Pitbull ikki enn vil siga nakað stórvegis um nýggja sangin, so er tó komið fram, at hann brúkar partar úr sanginum Love Is Strange hjá Mickey & Sylvia frá 50unum. Og tey, sum ivast í, hvør sangur tað er, so er bara at hyggja eftir filminum Dirty Dancing, har Love Is Strange er at hoyra.

 

Fyrsti Men In Black filmurin kom út í 1997 og tann næsti í 2002.