Pisufundur í Vági

Í Suðuroynni fáa pisurnar á Miðnámsskúlanum eisini húgvuna í hesum døgum.

Leygardagin 27. juni kl 16 verður pisufundurin hjá nýklaktu pisunum úr Miðnámsskúlanum í Suðuroynni.
Pisufundurin verður hildin í garðinum hjá Brim B&B í Vági.
Á skránni verður: Pisurøða, gestarøða hildin av Sirið Stenberg, tónleikur og felagssangur.
Eisini luttekur Tvøroyrar Hornorkestur.