Sunnudagin 8. august kl. 17:00 skipa Meginfelag Føroyskra Studenta og Altjóða Skrivstovan fyri kunnandi fundi á Platform, ætlaður teimum, ið fara undir hægri lesnað uttanlands
Nógvir eru spurningarnir, ið stinga seg upp, tá ið flytast skal av landinum í lestrarørindum, og fundurin fer at snúgva seg um praktisku, fíggjarligu og sosialu viðurskiftini, ið eru hent at hava greiðu á, áðrenn farið verður undir eitt nýtt lestrarlív. Av hesum kunnu nevnast íbúðar- og skattaviðurskifti, stuðulsskip-anir og lestrarbyrjan sum heild.
Umframt umboð fyri MFS og ASK, vera føroysk lesandi frá ymsum donskum býum, Norðurlondum, Stóra Bretlandi og USA við á fundinum, og høvi verður at seta teimum spurningar um lestrarlívið í ávísa landinum.
Eftir kunnandi partin verða luttakararnir býttir upp í smærri bólkar, eftir lestrarstaði, har høvi verður at seta spurningar og at hitta onnur, ið ætla sær til sama land ella bý.
Pisudagurin er eitt afturvendandi tiltak, ið plagar at vera væl vitjað, siga MFS og ASK í tíðindaskrivi.