Tíðindaskriv: Hetta er tíðin, tá hundraðtals føroyskar pisur fara av landinum at nema sær viðari útbúgving. Tíðin er sera spennandi, krevur nógva fyrireiking, og hevur eisini nógvar spurningar við sær.
Meginfelag Føroyskra Studenta, Altjóða Skrivstovan og Eik Banki skipa tí á hvørjum ári fyri Pisudøgum, har høvuðsendamálið er, at tey ungu skulu koma so væl frá byrjan sum møguligt. Tiltøkini eru skipað soleiðis, at afturat framløgum og frágreiðingum er høvi at seta spurningar og tosa við onnur, sum eru í somu støðu, og harvið fáa svar upp á flest allar spurningar, sum stinga seg upp, tá farið verður uttanlands at lesa og seta búgv. At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman.
Aftur í ár verður umboð fyri føroysku Ráðgevingina í Danmark og umboð fyri Leinkjan.fo við til tiltøkini.
Pisudagarnir 2014 verða mánakvøldið 4. august kl. 19.30 á deildini hjá Eik í Klaksvík, og týskvøldið 5. august kl. 19.30 á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn.
Skrá
- Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.
- Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.
- Umboð fyri Vinnuhúsið greiða frá nýggja spennandi átakinum 'Leinkjan.fo', sum skal binda føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving tættari saman.
- Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti.
- Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná, tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.
- Aftaná framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til ASK, MFS, Eik og Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.
Les meira um tiltøkini á mfs.fo, setur.fo/ask/ ella á 18-25.fo









