Rennarin Oscar Pistorius, sum er ákærdur fyri dráp, hevur fingið loyvi at fara úr Suðurafrika fyri at verða við í heimsmeistarakapping í Russlandi í summar.
26 ára gamli Oscar Pistorius, sum eisini verður róptur Blade Runner, hevur luttikið í bæði Olympisku Leikum og í Paralympisku Leikum, og nú umhugsar hann at luttaka í heimsmeistarakappingini í Moskva í august.
Í februar varð Pistorius handtikin fyri at hava gjørt av við unnustu sína, men hann er síðani leyslatin. Hann er tó framvegis undir ákæru fyri dráp.
Umboðsmaðurin hjá Pistorius sigur, at tað kann væl verða, at Pistorius fer at royna at sleppa við til HM-kappingina, og myndugleikarnir í Suðurafrika hava sagt gott fyri, at hann kann fara av landinum fyri at luttaka í HM.
Eisini altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt hevur givið suðurafrikanska rennaranum loyvi at verða við í kappingini við grundgevingini, at Pistorius er ósekur, til hann er dømdur.