Pistorius á sjúkrahúsi

Tey óttaðust, at 'Blade Runner' hevði fingið ein hjartatilburð.

Oscar Pistorius, eisini kendur sum 'Blade Runner', varð í morgun innlagdur á sjúkrahús. Óttast varð fyri, at hann hevði fingið ein hjartatilburð. Hann hevði nógva pínu í bringuni, men støðan er nú stabil.


Suðurafrikanski rennarin varð fluttur úr fongslinum og á eitt sjúkrahús í Pretoria, har ein talsmaður fyri familjuna seinnapartin kunngjørdi umvegis blaðið The Citizen, at Oscar Pistorius nú hevur tað betri.


Oscar Pistorius er dømdur at sita seks ár í fongsli fyri at hava gjørt av við unnustu sína, Reeva Steenkamp, í 2013. Hann situr í Atteridgeville Correctional Centre, sum er væl egnað til rørslutarnað.


Tað var vegna álvarsliga sjúku, at tann nú 30 ára gamli Oscar Pistorius misti bæði beinini tá hann einans var níggju mánaðar gamal. Hann hevur protesur og hevur verið íðin í fleiri ítróttum.


Sum rennari hevur hann vunnið eina ørgrynnu av heiðursmerkjum í paralympisku leikunum, eitt nú gull í 100m (2008), gull í 200m (2004 og 2008) og gull í 400m (2008 og 2012).