Suðurafrikanski rennarin Oscar Pistorius skal aftur í rættin í dag, tí dómarin skal taka støðu til eina áheitan frá verjanum, sum hevur kravt, at Pistorius verður latin leysur ímóti veði.
Eygleiðarar vænta, at á rættarfundinum fer Pistorius at nokta seg sekan. Teir vænta eisini, at ákæruvaldið fer at greiða nærri frá teimum kanningum, sum løgreglan hevur gjørt, og at ákæruvaldið fer at mæla rættinum frá at lata Pistorius leysan ímóti veði.
Oscar Pistorius er skuldsettur fyri at hava beint fyri unnustu síni, Reeva Steenkamp, hósmorgunin í síðstu viku. Reeva Steenkamp verður jarðað í býnum Port Elizabeth í dag.