Nú má Jógvan á Lakjuni sleppa framat at seta fólkaskúlan á ovastu rók. Hetta er fremsta niðurstøðan hjá Magnusi Tausen, nú vikuskiftið er farið framvið, og hann hevur haft tíð til umhugsa vána úrslitið av Pisa-undankanningini.
Ikki finna syndabukkar
Magnus Lærarar leggur fyri við at staðfesta, at limir lærarafelagsins eru bæði vónbrotnir og skelkaðir av úrslitinum, men at tað kortini ikki kemur óvart á teir.
- Hóast vit mugu sanna, at vit hava rópt varskó í mong ár, er tíðin ikki inni til at finna syndabukkar nú, sigur Magnus Tausen, og hann vísir á, at ósigurin er somikið lemjandi, at tað týður uppá, at øll, sum vara av økinum hava svikið so ella so: Foreldur, pedagogar, lærarar, læraraskúli, kommunur, Mentamálaráð, lands- og lokalpolitikarar.
- Nú mugu vit ímynda okkum, at føroyska skúlaverkið er ein tóm oyðimørk, sum skal byggjast upp av nýggjum, sigur Magnus Tausen. Og limanna vegna er hann skjótur at staðfesta, at krøvini til læraran eru alsamt vaksin seinastu árini.
- Hetta, samstundis sum tilfeingið ella játtanin til økið, sum átti at fylgt í kjalarvørrinum á herdu krøvunum, als ikki hevur svarað til tørvin, hvørki tá umræður eftirútbúgving, endurnýggjan av undirvísingartilfari, nútímansgerðing av hølum, atgongdina til kunningartøkni ella tilboð til næmingar við serligum tørvi, greiðir Magnus Tausen frá.
- Sostatt eru karmarnir, sum næmingar og limir okkara virka undir í dag júst teir somu, sum teir vóru fyri mongum árum síðani. Munurin er bert tann, at í dag skulu vit menna, fyrireika og útbúgva til altjóðagering ella ein heim, sum er grundaður á vitan og kunningartøkni, sigur Magnus Tausen, meðan hann vísir á, at eitt nú kostnaðurin til ein undirsjóvartunnil svarar til tað, sum vit brúka til undirvísingartilfar í eini 100 ár.
Vandi fyri svarta skúlanum
Magnus Tausen sigur, at nú er tíverri vandi fyri, at vit fara yvir í ta grøvina, sum eitur svarti skúlin.
- Vandin við tí er, at við svarta skúlanum menna vit ikki framtíðar kreativar og sjálvstøðugar borgarar, men lýdnir og penir næmingar, sum ongin eftirspurningur er eftir í einum globalum høpi. Tí er uppgávan at finna ein millumveg, soleiðis at vit bæði skapa kreativar og sjálvstøðugar, men samstundis dugnaligar, vitandi og fólkaligar næmingar. Og hetta er avgjørt ein avbjóðing, sum hvílir á herðunum á øllum vaksnum fólkum, sum hava ábyrgd fyri børnunum: pedagogum, lærarum, foreldrum og ikki minst politikarum, sigur Magnus Tausen. Og hann ásannar tíverri, at tað í so mong ár hevur verið ein sannroynd, at tíðin til at savna seg um tað fakliga alsamt minkar, tá tað eisini er upp til læraran at fáa skikk á næmingar, sum ongan góðan eigur, sum kann læra teir um rætt og rangt.
Útbúgving og alheimsgerðin
Men hvør sigur, at vit skulu vera eitt útbúgvið fólk? Og Magnus Tausen greiðir soleiðis frá:
- Eg fegnist um, at júst vánaliga úrslitið av Pisa noyðir okkum at taka støðu til, um vit vilja fylgja við ella ikki. Vit skulu minnast til, at fiskivinnutjóð fara vit neyvan at halda fram við at vera, tá hugsað verður um tøkniligu menningina innan vinnulívið, har vit seinastu hundrað árini eru farin frá áttamannafarinum til Sundaberg. So um fá ár verður einki arbeiði í fiskivinnuni longur, sigur Magnus Tausen. Og í hesum viðfangi nevnir hann eisini, at um útbúgving ikki verður ein hornasteinur undir føroyska samfelagnum, so koma tey, sum hava verið burturi í sambandi við hægri lesnað ikki heim aftur, tá tey hava fingið familju og børn.
- So hetta er í roynd og veru í tøkum tíma, at vit taka støðu til, um vit vilja satsa uppá framtíðina ella fortíðina, sigur formaður lærarafelagsins.
Útbrendir lærarar
Magnus Tausen fær sjálvsagt eisini spurningin, sum so nógv í Føroyum seta sær sjálvum í dag. Tí er veruleikin ikki, at alt ov nógvir lærarar í roynd og veru onki nytta?
Og Magnus Tausen er skjótur at svara, at tað sjálvsagt eru nógvir lærarar, sum eru útbrendir, og at hetta avgjørt er eitt mál, sum felagið og myndugleikarnir skulu taka í størri álvara. Men hann leggur samstundis áherðslu á, at tað er ikki løgi, at lærarar brenna út í fólkaskúlanum, tá millum lítið og einki livir upp til vøkru orðini í lógini. Og í tí viðfangi nevndir hann nøkur øki, har vit øll eiga at taka okkum um reiggj: Skipanin av sjálvum skúlanum, næmingar, sum ikki taka ábyrgd fyri egnari læring, um eftirútbúgvingar, sum ikki eru til staðar, um ótíðarhóskandi undirvísingartilfar, um smáu viðurskiftini úti á smáplássunum og um skúlan, sum skuldi vera fyri øll, og í staðin er vorðin skúlin fyri ongan.
- Tað er so ómetaliga nógv, sum eigur at vera broytt í fólkaskúlanum. Hugburðurin til tímatalvuna, krøvini til næmingar og lærarar, og ikki minst: tilboð til teir næmingar, sum ikki hóska inn. Hesir mugu hava hjálp nógv fyrr, so teir ikki fáa skyldina fyri at brúka alla orkuna hjá læraranum, sum átti at farið til restina av flokkinum,sigur Magnus Tausen.
Og hann greiðir frá, at skipanin av skúlanum, har næmingar, sum eru javngamlir hoyra til á einum ávísum floksstigi er eisini ein hugburður, sum skal takast upp til endurskoðan.
- Tí sjálvsagt kunnu 24 ymisk menniskju ikki fylkjast í øllum lærugreinum til allar tíðir, sigur Magnus Tausen, og hann vísir á, at hetta eisini er ein spurningur um at líta á, at lærarin er professionellur og dugur at meta um, hvat støðið einstaka barnið er á.
- Hetta verður als ikki gjørt sum er, og krevur tað eisini menning av læraraførleikanum, umframt, at tilfar skal vera til taks at meta næmingarnar við. Slíkt finst ikki í Føroyum, so løgið tað enn ljóðar, staðfestir Magnus Tausen.
Ábyrgd av egnari læring.
Í Pisa-undankanningini kemur fram, at føroyskir næmingar keða seg í skúlanum og at teir snøgt sagt hava ov lítið at gera, bæði heima og í skúlanum.
- Aftur her er tað ein spurningur um hugburð, tí tað loysir seg ikki hjá læraranum at geva næmingunum meira og meira heimaarbeiði, um næmingurin ikki hevur lært at taka ábyrgd fyri egnari læring, tí so ger næmingurin ikki heimaarbeiðið kortini. Og tað er hetta, vit eru vitni til í løtuni, og sum ger, at lærarar kanska eisini hava lyndi til at geva næmingunum ov lítið heimaarbeiði fyri, sigur Magnus Tausen.
Útbúgving av lærarum
Tá vit velja at fara uppí eitt Pisa-samstarv eiga vit eisini at gera okkum greitt, at londini, sum vit samanbera okkum við, hava drúgvar royndir innan menning av skúlanum, og ikki minst menning av lærarunum. Nú føroysku úrslitini fyriliggja eru mong, sum hava hug at bríksla læraraførleikanum og hesum tekur Magnus Tausen eisini partvíst undir við.
- Fyri fáum árum síðani var vanligt, at lærarar vóru sendir á ársskeið. Hesin møguleiki varð avtikin fyri nøkrum árum síðani, og seinastu árini hava lærarar tikið til takkar við at sleppa á okkurt hissini eindagsskeið einaferð um ári, staðfestir Magnus Tausen,og hann leggur soleiðis afturat:
- Lagnunnar speisemi er tað, at til veruliga eftirútbúgving hevur ongin peningur verið tøkur í mong ár, samstundis, sum tað hevur verið góðtikið, at tú kanst arbeiða eitt heilt læraralív, uttan at fara á eitt einasta skeið. Samstundis útbúgva og menna grannalondini starvsfólk skúlans við rúkandi ferð. Hetta er veruliga nakað, sum tekur hugin frá teimum, sum dáma og duga at vera lærarar, og gongur hetta út yvir trivnaðin hjá læraranum, samstundis sum at alt meira verður lagt á herðar hansara. So vit í Føroya Lærarafelag kunnu bert vóna, at úrslitini av Pisa-undankanningini kunnu eggja til at førleikamenning læraranna kemur á breddan.
Eisini læraraútbúgvingin hevur staðið fyri skotum. Hvat sigur Magnus Tausen til tað? Tað er ikki rættvíst at brigsla læraraskúlanum, tí hann hevur í áravís víst á vantandi játtan, og útbúgvingin er eisini eitt úrslit av ov nógvum krøvum, har karmarnar innan fígging og førleikar als ikki hava fylgt við, staðfestir Magnus Tausen.
Smá viðurskifti
Annað, sum Magnus Tausen vísir á, eru smáu forholdini í Føroyum. Hann greiðir frá, at tá tað frammanundan er torført hjá læraranum at røkka fakligu krøvunum, er vandi fyri, at lærarin leggur ov nógvan dent á tað sosiala, og at verða góður við næmingarnar.
-Tá lærarin kanska sjálvur er granni hjá næmingunum og foreldrunum ynskir hvørgan av pørtunum í síðsta enda at krevja nakað av hinum. Tá er tað fullkomiliga ógjørligt at vera professionellur og alt endar við umsorgan, tí fakliga tilfeingið er ikki til staðar. Og tá eru vit farin heilt yvir í hina grøvina, har bara taparar standa eftir.
Undirvísingartilfar
Ein sannroynd er tað, at í einum lítlum máløki sum tí føroyska er tað kostnaðarmikið at geva út upprunatilfar á føroyskum. Tí ganga tað millum fimtan og fimti ár millum, at skúlabøkurnar verða skiftar út.
- Enn einaferð hendir hetta samstundis sum at londini, sum vit kappast við og ynskja at samanbera okkum við, skifta bøkurnar út á hvørjum ári, so tær alla tíðina hóska til nútíðina og taka hædd fyri nýggjasta rákinum innan gransking innan læring. Vit brúka 2,8 milliónir um ári til undirvísingartilfar. Hetta svarar við, at vit brúka 100 ára brúk av undirvísingartilfari til ein undirsjóvartunnil, staðfestir Magnus Tausen
Skúlin er ikki fyri øll
Skúlin fyri øll hevur verið ein av teimum størstu vanlagnunum fyri føroyska skúlaverkið í nýggjari tíð, tí skúlin fyri øll er blivin til skúlan fyri ongan. Hetta sigur Magnus Tausen,og hann greinar útsøgnina soleiðis:
- Skúlin fyri øll er bara eitt eiti ella eitt hugtak, sum einki sum helst hevur við veruleikan at gera. Og tíverri hevur tað verið soleiðis í mong ár, at myndugleikarnir hava hildið fast við, at skúlin skal vera fyri øll, men einki tilfeingi er fylgt í kjalarvørrinum á hugtakinum. Tá veikir og sterkir næmingar fáa sama tilboð lækkar alt støðið, tí øll skulu megna at fylgja við, sigur Magnus Tausen.
- Avleiðingin av hesum verður, at allir teir sterku næmingarnir sita og keða seg í tímunum. Og vanlig hugsan innan læring er, at tú lærir best, tá tilfarið er eitt lítið sindur ov torført, og tú verður tvungin til at kýta teg, fyri at skilja tað. Tí er eingin, sum kýtir seg í skúlanum fyri øll, sigur lærarafelagsformaðurin.
Skúlin raðfestast hægri
Magnus Tausen endar samrøðuna við Sosialin við at vísa á, at nú má Jógvan á Lakjuni sleppa framat at seta fólkaskúlan á ovastu rók. Hann skal taka alla ábyrgdina av skúlanum og hann kemur eisini at taka nakrar avgerðir, sum verða illa lýddar, eitt nú úti í kommununum.
- Tí vit kunnu skjótt blíva samd um, at tað als ikki er nøktandi, at kommunurnar sjálvar sleppa at seta støðið á lokalu skúlunum, hvat millum annað hølum og tilfari viðvíkur, sigur Magnus Tausen, sum vísir á, at støðið skal vera javnt um alt landið,og at tað tískil er neyðugt at miðsavna alt skúlaøkið.
Politiski viljin
Men hvat skal gerast her og nú, spyrja vit formannin. Og hann svarar, at í fyrstu atløgu er neyðugt, at ein arbeiðsbólkur við væl skikkaðum fólki verður settur at endurskoða allan føroyska skúlan. At varðveita tað, sum er gott og at broyta tað minni góða.
- Og har er aftur ein vandi, tí vanliga arbeiða slíkir arbeiðsbólkar uttanfyri og afturat vanliga arbeiðstíð, tá blóðsukurið er í botni og fólk bara vilja sleppa heim, tí eplini eru um at verða kókað. Her má og skal tíð og pengar setast av til at fáa tað allar besta burturúr, so vit ikki enda í hesari støðuni aftur, sigur Magnus Tausen, sum eisini kundi hugsað sær, at nøkur fólk, møguliga uttan úr heimi, verða sett í starv innan karmarnar á MMR.
- Hesi kunnu vónandi kveikja, granska og stinga út í kortið saman við teimum, sum eru har frammanundan, sigur hann og leggur afturat:
- Hetta er eina og aleina ein politiskur spurningur, tí tað er bara frá politiskari síðu, at skjøtul kann setast á at endurskoða føroyska skúlan. Og eg vænti ikki, at nakar føroyingur fer at góðtaka nakra tunnilsgerð ella keikant, fyrr enn politiskur vilji er til at endurskoða allan skúlan, sigur Magnus Tausen at enda.









