Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, er ikki sannførdur um PISA kanningarnar, ið føroysku fólkaskúlarnir millum annað verða mettir eftir. Tað sigur hann við Skúlablaðið.
- PISA er ikki eitt nóg gott amboð at meta námsfrøði út frá; tað ber ikki síggja nakrar eintýðugar samanhangir millum lond og so siga, at gert tú so og so, so klára næmingarnir seg væl; skúlaskapur og námsfrøði eru nógv meiri samansett enn so. Danir hava nýskipað fólkaskúlan lutvíst út frá PISA-kanningum, og tann nýskipanin er púrasta miseydnað. Eftir PISA í 2006 vóru tiltøk sett í verk í fólkaskúlanum í Føroyum innan lesing, tí vit dumpaðu í PISA; síðan hevur framgongd verið í lesing, men um somu tíð hava næmingar eisini gjørt stór framstig í støddfrøði uttan at nakað yvirskipað átak hevur verið, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.
Hann metir tó ikki, at tað er neyðugt at gevast við kanningunum enn. Tað er tó neyðugt at taka upp hvat mann vil brúka PISA kanningarnar til, tí tað kjakið manglar, heldur Herálvur Jacobsen.