Hjalti í Jákupsstovu, abbi
-----
Mánadagin 9. desember fekk eg eina uppliving av teimum sjáldsomu, tá ið eg varð boðin til konsert í Vesturkirkjuni av abbasynum mínum. Her spældu og sungu næmingar úr fyrsta flokki upp í fjórða flokk tónleik fyri skúlafeløgum, foreldrum, ommum og abbum, so tað var ein fragd at lurta.
Ikki eri eg musikalskur, og dugi heldur ei at meta um førleikan hjá børnunum. Men í mínum oyrum ljóðaði tað óført, tá vit hava aldurin í huga. Tað, ið eg serliga legði til merkis, var hvussu væl lærararnir fingu øll børnini at spæla saman, og gleðina børnini høvdu av at spæla saman.
Hetta var eitt gott, óført, dømi uppá samstarv í toymi, sum lærarnir vístu okkum. Børnini dugdu væl at lesa nótar og tey spældu væl. So at hoyra, at børnini ikki skulu duga at lesa ein vanligan tekst tykist mær løgið.
Duga lærararnir í lesing at fáa sama huglag millum næmingarnar, sum hesir tónleikalærararnir í kommunuskúlanum hava alt fram í sínum næmingum, er eingin vandi í framtíðar PISA - kanningum. Samanumtikið, ein ófør konsert, Kommunuskúlanum í Havn til stóran heiður.









