Ein fylgibólkur hjá UEFA valdi italska miðvallarspælaran Andrea Pirlo til besta spælaran í HM-finaluni í gjárkvøldið. Pirlo hevði ein týðandi leiklut á italska miðvøllinum, og hann var eisini ein av spælarunum, ið skoraði upp á brotsspark í endabrakinum frá 11 metrum. Pirlo hevur spælt sera væl fyri Italia undir HM-kappingina, og í sínari støðu aftarliga á miðvøllinum hevur hann havt spælstýrandi leiklutin, sum Totti ongantíð fekk longur frammi á vøllinum.