Sjónvarpssendingar fara framum filmar, tá tað snýr seg um piratkopiering. Nýtslan av ólógligum eintøkum av sjónvarpssendingum er í Danmark áleið 11 milliónir sendingar, meðan nýtslan av ólógligum filmum liggur áleið 9 milliónir. Tað staðfestir danska fyritøkan YouSee í dag, grundað á eina kanning, sum felagið YouGov Zapera hevur gjørt.
Ólógligu eintøkini kopierast ella ?streamast? beinleiðis av netinum, ella verður kopiera frá uppruna DVD-fløguni hjá familju ella vinum.
Hetta kemur neyvan óvart á nakran, tí sjónvarpssendingar hava seinastu árini merkt ein vøkstur í populariteti.
Kanningin vísir eisini, at størsta orsøkin til, at fólk taka ólóglig eintøk av filmum er, at soleiðis síggja tey nýggjastu filmarnar, áðrenn teir eru útkomnir á DVD.
Við sjónvarpssendingum er øðrvísi. Har spælir sendiskráin hjá tí ávísu kanalini nógv inn. Fólk downloada, fyri at síggja tær nýggjastu sendingarnar.
Í Føroyum finnast eingi hagtøl fyri hesi viðurskifti enn.
Kelda. Dr.dk.