Í gjárkvøldi skipaði Demokratia fyri cafékvøldi fyri kvinnulig valevni og onnur áhugaði í Mettustovu úti á Reyni í Havn.
Á skránni var millum annað fyrilestur frá donsku Annelise Molin, ið hevur verið borgarstjóri fyri danska Javnaðarflokkin á Bornholm fleiri setur. Lagt var síðan upp til kjak og spurningar, har føroysku kvinnurnar kundu býta royndir sínamillum og har nøkur góð ráð eisini komu frá Annelise Molin.
Endamálið við cafékvøldinum var kanska mest at skipa fyri einum forumi, har kvinnur veksla royndir sínamillum, men eisini at eggja kvinnum at halda seg framat og at stuðla kvinnum, ið eru uppstillaðar.
Kvinnur í heimi og politikki
Annelise Molin legði út við at greiða frá sínum royndum, góðum sum ringum, í politikki, og frá hennara bakgrund. Síðan setti hon fram og viðgjørdi nøkur av teimum mest viðkomandi evnunum fyri kvinnur, ið eru politiskt virknar ella hava ætlanir um at verða tað.
Millum annað viðgjørdi hon evnið, hvat tað eru fyri avmarkingar kvinnir møta. Heimið var ofta havt á lofti, um heimið er ein forðan fyri kvinnuna í at luttaka politiskt.
Spurnartekin varð sett við, um luttøka hjá kvinnum í politikki merkir tað sama sum undirgangurin hjá heiminum. Tað vísir seg soleiðs at menn kunnu hava bæði arbeiði, konu, børn og hund, umframt at verða í politikki, men at tað sama als ikki er galdandi fyri kvinnur, og hon setti spurnartekin við, hví tað vísir seg at verða soleiðs.
Hennara niðurstøða er, at kvinnur verða noyddar at sleppa summum av sínum idealum, um tær ætla sær upp í politikk.
Hon tók eisini Pippi Smokkulegg fram, og vísti á at hon er eitt gott ideal fyri kvinnur í politikki. Pippi er nevnliga ein kvinna, sum kann sjálv, sum vil sjálvt, sum er sjálvsikkur og sum ikki er bangin fyri at gera ein feil. Myndin er ikki nýggj, men enn líka viðkomandi.
Svíkja fólkaræðið
Fyrilesturin kveikti áhugan hjá kvinnunum at seta spurningar og kjakast um ymisk viðurskifti kring eitt valstríð og mannagongdir, tá tú verður valdur.
Annelise Molin vísti á týdningin í at hava eitt gott sosialt netverk, sum tú kanst venda tær til og sum kann stuðla tær og eggja tær til at halda áfram.
Tann fíggjarligi parturin í einum valstríði var eisini havdur álofti, og tað vísir seg at verða ein størri forðan hjá kvinnum enn monnum, at tann fíggjarligi parturin er vorðin so stórur í einum valstríði. Annelise Molin segði, at tað er ikki minni enn at svíkja fólkaræðið, tá tað er tann fíggjarligi parturin, ið ger av hvørt tú verður vald ella ikki.
Eisini gjørdi hon teimum greitt, at um tú skalt fáa ávirkan í politikki, so verða tær noyddar at taka mannfólkamátan at gera tingini uppá til sín.
Samanumtikið tóktist hetta cafékvøldið at verða sera gevandi fyri kvinnuligu valevnini og tær, ið kanska ivast í at stilla upp til kommunuvalið.
Demokratia skipar fyri einum líknandi cafékvøldi í Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum í kvøld, har Annelise Molin eisini luttekur.