Á sinni sungu teir um Suðuroy, sum mundi doyð.
Og teir hava síðstu vikurnar fylt Norðurlandahúsið fleiri ferðir, men ásannandi, at enn kunnu ikki øll koyra til Havnar til eina framførslu við Pipar og Salt, so hava teir tikið avgerð um at vitja Suðuroynna.
Pipar og Salt framføra í Vági týskvøldið 17/4-2018 klokkan 19.00. Framførslan verður í VB húsinum, har Sjúrður og Jákup hava tónleikaran Kim Hansen við sær.
Atgongumerkini til framførsluna verða seld í VB húsinum í morgin, mánadagin, frá klokkan 16.00 til 20.00.