Hóskvøldið verður Spaniastova í Klaksvík karmur um forvitnisligt jólaprát, har Rudolf Joensen forvitnast og fer aftur um teir báðar í Pipari & Salti.
Hetta er sma slag tiltak, sum var um somu tíð í fjør, tá ið Rudolf Joensen hevði aðrar gestir til hugnaligt prát í Spaniastovu, sum er norðari partur í húsinum, ið hýsir handlinum Leikalund.
Hesa ferð eru tað so Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale, ið standa fyri skotum og fáa garnarnar spurdar úr sær, tá ið fyrrverandi gekkaverturin vil hava at vita, hvussu teir byrjaðu hvør sær við undirhaldi og seinni funnu saman um tað og alt hatta har.
Veyhe og Skaale fara at greiða frá, hvussu teir finna fram til sínar figurar og karakterir, hvat teir halda vera skemt og um teir halda ov nógv skemt verða gjørt við mold í høvdinum, umframt at teir so eisini fáa spurningin, hvar eitt møguligt mark gongur
Eisini verður leitað aftur í tíðina, tá teir báðir sótu um næturnar í Sjónvarpi Føroya og kliptu og settu saman sjálvir, tí eingin annar trúði upp á teir ikki fyrr enn tað vísti seg at undirtøkan var framúr og Pipar og Salt brádliga bleiv ein hálovað sending hjá almenna sjónvarpinum!
Tað kostar ein Nólsoyarpáll at koma inn í Spaniastovu til hesa afturvendandi jólaspurnarløtuna við Rudolfi Joensen, sum altso byrjar stundisliga klokkan 19.30 hóskvøldið.
Har fara teir báðir í Pipari & Salti eisini at skriva heilsanir sína nýggjastu dvd, ið er so bílig, at hon kostar bara hálvaaðru krónu um minuttin.
Á myndini er tað Rudolf Joensen, við andlitinum til og teir báðir og Pipari og Salti










