Pipar og Salt á heysin

Pipar og Salt er í fíggjarligum óføri, og felagið er við at fara á heysin, tí eginpeningurin er blivin negativur eftir risastórt hall í fjør. Tað er ikki nógv at flenna at í roknskapinum hjá SP/F Pipar & Salt fyri seinasta ár. Hallið var slakar 900.000 krónur.

 

Orsøkin til hetta er hvørki, at teir ongar pengar fingu fyri at framføra á festivalinum Við Múrin, ella at teir hava oyðslað pengarnar burtur í einum marglætisrúsi, men heldur eitt heilkiksað ævintýr inn í partabrævaheimin.

 

- At gera sendingar og at hava Pipar & Salt hevur í veruleikanum bara einaferð veruliga givið yvirskot, og tað var í 2005. Annars er tað fíggjarliga tungt at framleiða sjónvarp og at skipa fyri undirhaldi, sigur Sjúrður Skaale.

 

Tað er hetta yvirskotið í tíðarskeiðinum 2004/2005 og 2005/2006, sum til samans er umleið ein millión, sum teir hava brúkt til at seta í partabrøv - og hendan íløgan er kiksað og hóttir nú felagið.