Eitt av høvuðsnøvnunum við Múrin vóru teir víðagitnu skemtararnir úr Pipar&Salt. ? Tað var sum at surfa á einari bylgju av góðum stemningi, sigur Sjúrður Skaale. Eitt av høvuðsnøvnunum, og helst mest vitjaða konsertin við Múrin var tann hjá skemtarunum Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe. Við einari ørgrynnu av frálíkum tónleikarum trinu teir á pall í Kirkjubø fríggjakvøldið, og sjáldan var eins góður stemningurin at síggja í Krikjubø, sum tá Esmar Eysturoy og kompaní vóru á palli.
-Áskoðararnir vóru so fantastiskir og gjørdi tað lætt hjá okkum at framføra. Tað hevði neyvan gingið so væl sum tað gjørdi, um áskoðararnir ikki vóru so heitir uppá okkum, sigur Sjúrður Skaale.
Pylsuvognurin koppaði
Hóast konsertin var framúr, so vóru nakrir smávegis trupulleikar á pallinum. Millum annað datt tann vælkendi pylsuvognurin í høvdi á songkvinnunum, men eingin skaði stóð av hesum.
-Vit gjørdi nakrir smávegis feilir á pallinum, men vit høvdu vant nógv við tónleikarunum, so tað vistu vit frammanundan fór at koyra væl, sigur Sjúrður Skaale.
Og tónleikararnir vóru eingi aðrir enn Jóhannes á Rógvi, Kim Hansen, Jens Marni Hansen, James Olsen, Finnur Hansen Malan Eyðunsdóttir og Malan Thomsen. Við øðrum orðum - manningin í Showmonnum og nakað aftrat.
Spurdur um hvørt Pipar&Salt verða at síggja á palli aftur skjótt, sigur Sjúrður Skaale, at hann ongar viðmerkingar hevur, tó leggur hann dent á, at uppliving við Múrin var nakað fyri seg og ótrúliga væl eydnað.