Pipar&Salt í Løkshøll

Teir báðir skemtararnir Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe fara nú til Runavíkar at framføra Pipar&Salt, sum hevur verið víst í Norðurlandahúsinum í summar.

 

Nógvar sýningar vóru á skránni í Norðurlandahúsinum, og Pipar&Salt varð sum altíð væl vitjað.

 

Menninir handan Pipar&Salt hava hesaferð roynt nýggjar leiðir. Vanligt hevur verið, at Pipar&Salt verður framført við nógum búnum, stórum bólki av tónleikarum og øðrum, men hesaferð er framførslan meira stand-up kend.

 

Pipar & Salt & Pipar verður í Løkshøll sunnukvøldið 28. august klokkan 20.00. Atgongumerki á tveyhundrað fáast við dyrnar.