Í summar fáa føroyingar enn einaferð høvið at uppliva teir forkunnugu skemtararnir Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe í víðagitnu skemtirøðini Pipar&Salt. -Vit vita, at menninir handan Pipar&Salt hava havt eina ørgrynnu av løgum, ið nærmast eru blivin fólkaogn, og tí vilja vit geva føroyingum høvið at uppliva teir enn einaferð, sigur James Olsen, fyrireikari av festivalinum við Múrin.
Øll kenna vit Pipar&Salt, og øll hava vit eina serstaka kenslu til teir ymsu persónarnar, ið myndaðu skemtirøðina Pipar&Salt, tá ið hon var í hásæti í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum fyri nøkrum árum síðani.
Hóast nakrar skemtirøðir hava verið frammi síðani, er tað neyvan nøkur teirra, ið megnar at liva upp til tað fólkatekkið, ið Sjúrður og Jákup høvdu á sinni. Og munnu tað ikki verða nógvir føroyingar, ið gleða seg til at síggja Kára Kul, Esmar Eysturoy og Skótan í Bø á palli aftur?
-Vit kenna Pipar&Salt sum eina skemtiligan leik, við góðum tónleiki aftur við. Í summar verður tað tann góði tónleikurin, ið setur sín dám á festivalinum, og sjálvsagt verður hetta eisini við eitt sindur av skemtiligum leiki afturvið, sigur James Olsen, fyrireikari av festivalinum við Múrin.
Ongantíð so stórt orkestur sum nú
Hóast Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe hava havt dugnaligar tónleikarar aftrat sær í teimum mongu LIVE framførslunum teir hava havt, so er tað tó eingin framførsla, ið hevur kravt so stóra tónleikaliga manningum sum tann við Múrin.
-Ongantíð hevur Pipar&Salt havt eitt so stórt orkestur sum nú. Kim er kapelmeistari, og tekur sær av at samskipa allan tónleikin. Hann er ein partur av Pipar&Salt, og vit hava aldrin havt eina framførslu uttan hann, sigur Sjúrður Skaale við Dimmalætting.
Dimmalætting upplýsir eisini, at aftrat Kim Hansen verður James Olsen, Jóhannus á Rógvi, Finnur Hansen og Jens Marni Hansen, umframt at Malan Eyðunsdóttir syngur kór.
-Tað var eitt krav, at tað skuldi vera eitt ordiligt orkestur, um vit skuldu hava eina konsert, sigur Sjúrður Skaale við Dimmalætting, og hann staðfestir, at tað hevur eydnast teimum at fáa eina sera dugnaliga manning aftrat sær.
Haraftrat staðfestir Sjúrður Skaale, at tað ikki liggur í kortunum, at Pipar&Salt hava aðrar framførslur í summar.