Pipar & Salt í DVD spælaran

Ein fimtingur av Føroya fólki sá framførslurnar hjá Pipar & Salt, tá Føroya fremstu skemtarar í heyst framførdu fyri Føroya fólki. Nú koma framførslan út á DVD



Týsdagin 6. desember kemur nýggj Pipar & Salt DVD út. Pipar & Salt framførdu í Norðurlandahúsinum í heyst fyri fleiri enn 10.000 fólkum, og tað er ein av hesum framførðslum, ið er tikin upp og verður givin út undir snøgga heitinum Pipar & Salt 2005.
Her eru Melvis, Kári Cool, flakakvinnur úr Suðuroy, Símin Tindfjall og Kalle Mohr og øll Pipar & Salt fólkini, sum vit kenna.
Afturat hesum er eisini eykatilfar. Nýggjár við Pipar & Salt, sendingin við Skótanum í Bø, Ábali, Melvisi, Blómukvinnuni og øllum sum vóru í Bø.
Eisini er eitt ævintýr; hvussu jólini á Skarvanesi hjá Mammu Esmar lagaðu seg.
Hetta hevur verið eitt frálíkt ár fyri Pipar & Salt, ið umframt at seta met í Norðurlandahúsinum, hevur havt ein landaplágu á 15 teimum bestu við lagnum Høm Høm.
Sjúrður Skaale, ið er tann eina helvtin av Pipar & Salt heldur orsøkina til tí góðu móttøkuna, sum Pipar & Salt fær millum manna, vera, at fólk hava tørv á at flenna at sær sjálvum. Typirnar í Pipar & Salt eru nokkso vanligar, og fólk kenna seg sjálvan og onnur aftur í teimum, og hetta ger tað stuttligt.  Hann sigur seg ongantíð hava møtt nøkrum, sum hevur verið fornermaður av skemtinum. hetta er jú ikki illa meint á nakran hátt, sigur Sjúrður.
Í Trongisvági var móttøkan t.d. serstakliga góð, eisini móttøkan av skemtinum um Suðuroyingar, sum hevur ein stóran leiklut í showinum.
Á DV Dini er møguleiki hjá føroyingum at flenna at sær sjálvum og øðrum í hálvan triðja tíma.Pipar & Salt 2005 er uttan iva eitt gott boð uppá ársins jólagávu.