Síðani hann kom til Føroya í 1989 hevur Piotr Krakowski virkað sum spælari og venjari hjá hópin av føroyskum feløgum. Seinasti steðgurin hjá honum hevur verið í 07 Vestur, sum í ár mátti geva skarvin yvir í Vodafone-deildini,m en Piotr fer tó ikki niður við vágamonnum. B71 hevur nevnliga sett royna pólverjan í starv sum høvuðsvenjara hjá felagnum komandi ár, so á ein hátt kann sigast, at Piotr við hesum er vendur heimaftur.