Piontek til Týsklands-dystin

Týskarin, sum í 12 ár var danskur landsliðsvenjari, vitjar í Føroyum, tá manslandsliðið spælir fótbóltslandsdyst móti Týsklandi.

Sepp Piontek er tá gestarøðari á tiltaki, sum Tryggingarfelagið Føroyar heldur fyri fleiri av vinnukundunum hjá felagnum.

Heitið á fyrilestrinum er “leiðsla á ein øðrvísi hátt”, og fer Piontek tá at hugleiða um, hvussu tú sum leiðari fært brúkt motivatión hjá starvsfólkum sum amboð í royndini at røkka settum málum.