Í Sosialinum leygardagin 28. apríl 1984 stendur at í dag kl. 15.00 og kl. 17.00 framførir Havnar Sjónleikarafelag leikin Pinocchio í Vakhúsi í Sandavági. Bussur koyrir úr Sørvági í sambandi við sýningarnar. Talan er um ein barnaleik fyri børn undir 80 ár stendur í blaðnum.
Kári Jacobsen hevði leiklutin sum Pinocchio og Anni Arge Jacobsen hevði leiklutin sum álvagentan.










