Pínligt Liverpool flongt

Pínligt avrik og eitt reytt kort hava sent Liverpool út úr Champions League

Tað var ein stokkut gleði hjá Liverpool í Champions League. Ein kapping teir ikki hava luttikið í síðani 2009. Teir spældi í kvøld javnleik móti FC Basel úr Sveis á heimavølli í seinasta umfarinum í bólkaspælinum -  tað var ikki nokk.

 

Avrikið í kvøld er ein stafesting av, at Liverpool er í holt við eitt vánaligt kappingarár, sum ikki tykist standa til at bjarga við tí hópinum og venjaranum, ið teir hava. Liverpool kom afturum í fyrra hálvleiki, og fekk innskifta Lazar Markovic útvístan í seinna hálvleiki. Liverpool trýsti seinastu tíggju minuttirnar og Steven Gerrard javnaði upp á fríspark, men tað ikki nokk.

 

Her er ein samanumtøka av dystunum í kvøld.

 

Bólkur A:

Atletico Madrid og Juventus eru víðari eftir málleysan javnleik. Helst eru bæði liðini nøgd við tað, hóast Juventus undan dystinum boðaði frá, at teir ætlaðu at vinna 1. plássið. Malmø stríddist manniliga í Grikkalandi, men tað endaði við 4-2 tapi, eftir at tað stóð 2-2 til seint í dystinum.

 

Støðan:

1. Atletico Madrid 13

2. Juventus 10

3. Olympiakos 9

4. Malmø 3

 

Olympiako – Malmø 4-2 (1-0)

1-0 David Fuster Torrijos , 22

1-1 Simon Kroon, 59

2-1 Alejandro Dominguez, 63

2-2 Markus Rosenberg, 81

3-2 Konstantinos Mitroglou, 87

4-2 Ibrahim Afellay, 90

 

Juventus – Atletico Madrid 0-0 (0-0)

 

Bólkur B:

FC Basel er víðari, eftir at teir greiddu sína uppgávu á Anfield. Teir komu á odda í fyrra hálvleiki og gjørdu nokk til at fáa annað stigið, sum er nokk til at koma víðari. Liverpool endar í Europa League, meðan Ludogorets endar aftast. Teir taptu 4-0 fyri Real Madrid, sum er greitt oddalið.

 

Støðan:

1. Real Madrid 18

2. Basel 7

3. Liverpool 5

4. Ludogorets 4

 

Liverpool – Basel 1-1 (0-1)

0-1 Fabian Frei, 25

1-1 Steven Gerrard, 81

(Reytt kort: Lazar Markovic, 61 – Liverpool)

 

Real Madrid – Ludogorets 4-0 (2-0)

1-0 Cristiano Ronaldo, 20 br

2-0 Gareth Bale 38

3-0 Alvaro Arbeloa, 80

4-0 Alvaro Medran, 88

(Reytt kort: Marcelinho, 19 - Ludogorets)

 

Bólkur C:

Hesin bólkurin hevur ikki stolið teir nógvu yvirskriftirnar. Í kvøld komu tvey mál og tey fekk Monaco í dystinum móti Zenit. Harvið kemur Monaco víðari sum nummar eitt, tí Bayer Leverkusen ikki megnar at vinna á Benfica.

 

Støðan:

1. Monaco 11

2. Bayer Leverkusen 10

3. Zenit 7

4. Benfica 5

 

Monaco – Zenit 2-0 (0-0)

1-0 Aymen Abdennour , 63

2-0 Fabinho, 89

 

Benfica – Bayer Leverkusen 0-0 (0-0)

 

Bólkur D:

Arsenal greiddi sína skyldu og vann greitt á Galatasaray, men tað var ikki nokk til at vinna 1. plássið frá Borussia Dortmund, sum spældi javnt móti Anderlecht. Avrikið hjá Arsenal var sannførandi og longu í hálvleikinum var støðan 3-0.

 

Støðan:

1. Borussia Dortmund 13

2. Arsenal 13

3. Anderlecht 6

4. Galatasaray 1

 

Borussia Dortmund – Anderlecht 1-1 (0-0)

1-0 Ciro Immobile, 58

1-1 Aleksandar Mitrovic, 84

 

Galatasaray – Arsenal 1-4 (0-3)

0-1 Lukas Podolski, 3

0-2 Aaron Ramsey, 11

0-3 Aaron Ramsey, 29

1-3 Wesley Sneijder, 89

1-4 Lukas Podolski, 90