Leygardagin 4. desember í fjør bað Sebastian Pingel føroyskum fótbólti farvæl – í hvussu so er í hesum umfari. Tað var í ikki hissini dysti. Talan var um finaluna um løgmanssteypið millum NSÍ og B36, sum vann eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.
At 28 ára gamli Sebastian Pingel bað føroyskum fótbólti farvæl kom ikki óvart á. Undan kappingarárinum var tað ivasamt, um hann fór at halda fram í Føroyum. Tað endaði við, at hann tók eitt tørn aftrat í B36, og bæði Pingel og B36 vóru greið yvir, at hetta var síðsta árið, tí nú fór Sebastian Pingel av persónligum ávum at flyta aftur til Danmarkar.
Nú letur tað til, at arbeiðssami og raski álopsspælarin aftur fer úr føðilandinum í fótbóltsørindum.
Sambært miðlum í Norðurtýsklandi hevur 1. FC Phönix Lübeck skrivað sáttmála við Sebastian Pingel, sum ber við sær, at fyrrverandi B36 álopsspælarin beinanvegin flytur til Lübeck at spæla fótbólt.
1.FC Phönix Lübeck spælir í 3. bundesliguni. Tað tekur einar tveir tímar at koyra frá markinum millum Danmark og Týskland og suður til Lübeck, ið liggur á eysturstrondini – ímóti Eystrasalti.
Karismatiski Sebastian Pingel kom til Føroya í 2016. Hann umboðaði fyrst B36 í eitt ár, og so flutti hann til grannarnar í HB, har hann spældi í tíðarskeiðnum 2017 – 2019. Tvey tey seinastu árini – í 2020 og 2021 – var hann aftur í B36.
Í fremstu landskappingini spældi hann 110 dystir og skoraði 42 mál, í steypakappingini spældi hann 12 dystir og skoraði seks mál, og í Europa spældi hann átta dystir og skoraði fýra mál.











