Pingel er liðugur fyri í ár

HB áleyparin hevur slitið krossbandið og kann ikki spæla aftur fyrrenn næsta kappingarár

Hóast HB hevur viðvind í landskappingini í løtuni og liggur greitt nummar eitt, hevur HB verið óheppið uttan fyri vøllin í tveimum førum, tá tað kemur til skaðar. Tí fyrst sleit Teit Jacobsen krossbandið, og nú er greitt at Sebastian Pingel eisini hevur slitið krossbandið.

 

Sebastian Pingel hevur í dag verið undir skurðvigerð í Danmark, har hann hevur skift krossbandið og har hann hevur fingið meniskarnar í rættlag aftur. Tískil má HB áleyparin binda frið teir komandi 9-12 mánaðirnar, og verður hann tí ikki at síggja á vøllinum aftur fyrrenn næsta kappingarár.

 

Sebastian Pingel gjørdist skaddur undir venjing hjá HB tíðliga í mars mánað, og hevur síðani ikki reiðuliga vitað, hvussu støðan hevur verið. HB áleyparin sigur, at støðan hevur verið ørkymlandi.

 

-       Eg havi verið úti í alt vár og verið ógvuliga óvitandi um, hvat fór at henda og hvussu eg kundi gerast klárur skjótast møguligt. Eg havi verið kastaður aftur og fram til kanningar, og tað hevur ikki verið tað stuttligasta, og hevur verið ørkymlandi, sigur Sebastian Pingel.

 

Sebastian Pingel var í fjør valdur til ársins leikara í HB, men hevur higartil í ár bert byrja inni í fyrsta umfarinum móti KÍ. Síðani hevur áleyparin sitið uttanfyri við knæskaða alla tíðina. Sebastian Pingel sigur, at tíðin tá hann hevur sitið uttanfyri hevur verið ræðulig, men fryntligi danskarin ætlar sær tó at koma sterkt aftur aftaná drúgva skaðan

 

-       Fyrst og fremst hevur tað í ár verið ræðuligt at verið so hjálparleysur á liðnum í mun til at hava verið valdur til ársins leikara í HB í fjør. Men uttan fyri vøllin, eri eg ein glaður og positivur drongur, og eg síggi positivt uppá møguleikarnar at koma fyri meg aftur. Eg royni at halda høvdið uppi, og ætli at byggja kroppin upp frá grundini og at hjálpa til so nógv eg kann uttan fyri vøllin. Eitt er í øllum førum sikkurt, tað er at eg taki dystin upp og komi sterkari aftur næsta kappingarár, tá eg aftur kann spæla. Í ár má eg bara royna at stuðla so væl sum eg kann uttanfyri, sigur Sebastian Pingel.

 

24 ára gamli Sebastian Pingel hevur verið í Føroyum síðani 2016. Fyrst umboðaði hann B36 í eitt ár, og tvey tey seinastu kappingarárini, hevur Sebastian Pingel umboða HB.