- Hetta var ikki nóg gott. Eg biði fjeppararnar um umbering. Orðini eigur Sebastian Pingel, sum skoraði einsamalla málið hjá HB, tá HB rættiliga óvæntað tapti 1-2 ímóti botnliðnum, ÍF.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Sebastian Pingel.
Sebastian Pingel iðrar seg um, at HB ikki fekk seinna málið og bant fyri. Hann staðfestir, at hann og Øssur Dalbúð høvdu málmøguleikarnar til at økja um 1-0 leiðsluna, men teir tóku ikki av, og tað kostaði dýrt.
Sebastian Pingel setir spurnartekin við um HB rakar spenningsstøðið, tá teir spæla ímóti botnliðunum. Tað hava teir sanniliga gjørt ímóti oddaliðunum aftaná summarsteðgin.