Pillar til Føroya

Heimskendi kristiliga rokkbólkurin Pillar skal framføra á Fjarðafestivalinum. Teir hava móttikið heiðurslønir og hava verið nummar 1 á hittlistum. Harumframt sigast teir at hava sera góðar live-framførslur

Fyrireikararnir máttu arbeiða skjótt fyri at fáa Pillar á Fjarðafestivalin, tá ið Brian Littrell gav avboð.

Nógv vóru helst skuffað, tá ið tað frættist, at Brian Littrell, sum skuldi vera høvuðsnavnið á Fjarðafestivalinum í ár, kortini ikki kemur til Føroya.

Tó vóru tað fleiri, sum fegnaðust, tá ið tey hoyrdu, at fyrireikararnir hava fingið Pillar upp til Føroya í staðin. Pillar raka kanska ikki líka breitt sum Brian Littrell, men tað er eingin ivi um, at teir eru líka kendir í USA, og teir hava eisini fleiri fjepparar í Føroyum.


Toppa á hittlistum

Pillar, sum hava spælt síðani 1998, hava givið fýra fløgur út. Teirra seinna fløga ”Where Do We Go from Here” gjørdist beinan vegin eitt hitt millum kristin. Lagið ”Bring Me Down” var eisini nógv spælt á sekulariseraðum útvarpsstøðum, har ið teir toppaðu á fleiri hittlistum, og tá gjørdist Pillar eisini kent uttanfyri samkomuveggirnar.

Pillar vórðu valdir til besta rokkbólk av lesarunum hjá CCM Magazine í 2006, og bæði sangarin og gittaristurin, Noah Henson og Lester Estelle Junior ávíkavist, hava móttikið heiðurslønir.


Góðir live

Bólkurin hevur spælt á fleiri festivalum, millum annað á Cornerstone Festivalinum í Skotlandi, har ið nógvir føroyingar hava verið, og teir sigast at hava sera góðar live-framførslur.

Eingin ivi er um, at tað er eitt stórt navn, sum fyrireikaranir av Fjarðafestivalinum hava fingið til klettarnar. Tað eru kanska serliga teir ungu dreingirnir, sum gleða seg til at hoyra teir.