Pilkar málfrøðin við beinagrind móðurmálsins?

Ein skáli broytist til Skála;

ein múli broytist ikki til Múla!?

Landsverk setti í samráð við Fróðskaparsetrið eina nevnd í fjør. Hendan nevndin skuldi endurskoða bygdanøvn. Mannanevndin, slíkt er ikki fyri kvinnur, giti eg, er komin til eina niðurstøðu. Í vissum førum er niðurstøðan kanska skilagóð, men í øðrum førum rættiliga margháttlig.

SKÁLI : Ein skáli (veikt bent kallkynsorð). Skáli merkir: rúm, smátta, hús, høll, gildisskáli.

Tit kunnu ikki broyta eitt vanligt, veikt bent kallkynsorð, ein skáli, og siga, at tað nú eitur ein skála!? (Competence og performance, eg hoyri tykkum).

LAMBI : Ein lambi (eisini veikt bent kallkynsorð). Tit mugu kunna siga meir enn Lambhagi um hetta orðið!? Hvør er týdningurin í fornmálinum av kallkynsorðinum, ein lambi? Hvat vita fólk, sum eita í Lambanum, at siga um hetta kallkynsorðið?

MÚLI : Ein múli (veikt bent kallkynsorð). Hví mæla tit ikki til at broyta hetta kallkynsorðið til Múla? Tað mátti borið líka væl til sum við skálanum!?

 

ÁHEITAN : Gott í tykkum, latið hesi meir enn 1000 ára gomlu kallkynsorð fáa frið at vera veikt bend kallkynsorð!

UPPSKOT : Á skeltið kunnu tit skriva: SKÁLI (hvørfall), og niðriundir kunnu tit skriva bygdarnavnið við fyrisetingum í klombrum: (á/av Skála). Á henda hátt læra fólk kanska at siga tað rætt. Snilt! Helst eindømi í heiminum.

 

SKÁLI LAMBI

(á/av Skála) (í/úr Lamba)

 

ÆRGIR : Møguliga áttu tit heldur at broytt Argir til Ærgir!? Tað er kanska málfrøðiliga rættari.

Eitt ærgi merkir: summarbit til neyt. Vit hava eisini staðanøvnini, Ærgisá og Ærgisdalur.

Eg veit ikki, hvat argjafólk halda um at broyta bygdarnavnið til ÆRGIR!?

 

Við bygdanavnakvøðu

Á Borg á Argjum á summartíðardegi 2008