Tann fyrsta desember búðu 54.227 fólk í Føroyum. Tað eru 620 fleiri enn fyri einum ári síðani og tað svarar til ein vøkstur upp á 1,2 prosent
Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Men hetta merkir eisini, at vøksturin, sum hevur verið hesi seinastu árini, er avhæsaður eitt sindur.
Men sostatt kann staðfestast, at fólkatalið heldur fram at veksa níggjunda árið á rað. Vøksturin hevur verið 1,4 prosent um árið, men nú er hann heldur lakari, ella 1,2 prosent. Tað árið, fólkatalið vaks mest, var í 2018, tá ið vøksturin var 1,6 prosent.
Tann størsi vøksturin hetta seinasta árið er tí at tað flutti 502 fólk fleiri til Føroya enn tað flutti úr Føroyum og samstundis vórðu 118 fleiri børn fødd enn tað vóru fólk, sum doyðu.
Hagstovan sigur, at burðaravlopið, sum er munurin ímillum fødd og deyð, er minkað nógv hetta seinast árið. Tað merkir, at færri børn eru fødd, og fleiri fólk eru deyð hetta seinasta árið enn frammanundan.
Sí talvuna niðan fyri.
##med2##