Fleiri av grannunum hjá Dánial Petur Hansen vórðu avhoyrdir í Førya Rætti í gjár. Allir greiddu frá, at fyrrverandi kona Pidda fortaldi fyri fleiri fólkum, at hon og børnini saman við ákærda skuldu flyta inn á Gerðisvegi 34, og at Piddi skuldi vera úti 1. november.
Samstundis greiddu hesir somu grannar frá, at tað avgjørt ikki var nakað, sum merktist á Pidda, at hann skuldi vera úti úr húsinum 1. november. Tvørtur ímóti søgdu grannarnir, at Piddi ongantíð nevndi nakað um hetta, og fyri teimum tóktist, sum Piddi als einki visti um hetta.
Grannar greiddu frá, at Piddi var í húsunum eftir 1. november, og ein teirra segði, at sjónvarpið koyrdi konstant, tá Piddi var heima.
Hesin grannin greiddi eisini frá, at hendan leygardagin, ið ruddað og vaskað varð, koyrdi Skodabilurin ofta til og frá húsunum, og tað undarliga var, at hann koyrdii inn í garaguna hvørja ferð, og hurðin varð latin aftur.
Stóðu bilar í innkoyringini, máttu teir flytast, fyri at Skodabilurin skuldi sleppa inn í garaguna.
Annars boðaði Linda Hesselberg, ákæri, frá, at hon fráfall fleiri vitnir, serliga politistar, tí onnur vitni høvdu longu fingið tað fram, sum hini vitnini annars vórðu ætlað at greiða frá.
Tað merkir so, at dagurin í dag og í morgin verða ikki so drúgvir í rættinum, sum roknað varð við.