Piddi var á lívi leygardagin

Í rættinum í gjár førdi verjin ikki færri enn seks vitnir, sum øll vóru sannførd um, at tey høvdu sæð Pidda leygardagin 5. november

Í rættinum í gjár kom fram, at fleiri fólk siga seg hava sæð Pidda fríggjadagin 4. november. Og tað samsvarar illa við teoriina hjá ákæruvaldinum, sum hevur hug at siga, at ákærdi hevur gjørt av við Pidda tíðliga á morgni 4. november.
Fimm fólk siga seg hava sæð Pidda hendan fríggjadagin, harav teyu fýra siga seg hava sæð hann á sama stað og um somu tíð.
Eitt vitni sigur seg hava sæð Pidda við Teymavirkið klokkan umleið 11.15 fyrrapartin, og tá skal hann vera serstakliga illa gongdur, og hálvgum sløra út á vegin.
Hini fýra vitnini siga seg hava sæð Pidda við Brotið ella við Colorama í tíðarskeiðinum 16.30 til 17.15. Felags fyri hesi fýra er, at tey ikki hava sæð Pidda gingið, men hann hevur staðið stillur.
Tey trý vitnini, sum sóu hann við Colorama siga, at hann stóð og skimaðist eins og ætlaði hann sær yvir um vegin.
Vitnini eru øll sannførd um, at hetta var fríggjadagin um nevndu tíð, og eitt par, sum vóru tvey av vitnunum, tengdu hetta at, at tey høvdu verið í einum handli og keypt onkra møblavøru.

Eisini leygardagin
Ein maður, sum hevði verið í ítróttahøllini við soninum hendan leygarmorgunin segði, at tá hann kom úr høllini um 10.30-tíðina, kanska um 11-tíðina, sá hann ein mann ganga móti fótbóltsvøllinum, og hann helt avgjørt, at hetta var Piddi.
Maðurin var einar 20-30 metrar burtur, og hann sá hann bert inn á vangan. Hann varnaðist ikki, at maðurin haltaði.
Nakað seinni sá ein maður úr Rituvík Pidda. Hetta var beint fyri,a t Borg læt aftur leygardagin, men hann mintist ikki, um tað var klokkan 12 ella 13. Tástóð Piddi við norðraru frákoyringina við rundkoyringina frá Rituvík.
Hetta vitni helt seg síggja, at Piddi sá út til at vera í villareiði.
Tá vitnið hevði keypt í Borg og skuldi til Rituvíkar aftur, sá viðkomandi Pidda við Sjómansheimið. Tá gekk hann spakuliga inn eftir fjørðinum. Vitnið legði ikki til merkis, um Piddi hevði nakað í hondini, men segði, at persónurin haltaði.
Hetta hevur so verið klokkan gott 12 ella gott 13, alt eftir, nær Borg letur aftur.
Næsta vitni sær Pidda ganga suðureftir eftir Gerðisvegi millum klokkan 13 og 14, og hann haltaði. Vitnið segði seg síggja í andlitið á viðkomandi, og at Piddi sá út sum vanligt. Vitnið segði eisini, at hon einki óvanligt sá í húsunum á Gerðavegi 34.
Næsta vitni, sum sá Pidda, sá hann úr køksvindeyganum klokkan umleið 14.30 til 15.00 á Heiðavegi. Tá var Piddi á veg inn eftir á omaru síðu av vegnum. Hetta vitni sær tó bert Pidda í stutt tíðarbil og bert inn á vangan og í nakkan. Piddi haltaði ikki tá.
Enn eitt vitni sær Pidda á Gerðisvegi, og hetta er um 16.30 tíðina. Tá er hann á veg norðureftir.
Og seinasta vitni, sum segði seg hava sæð Pidda, hevði sæð hann í Bónus um 11.30 tíðina.