Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava myrt Dánjal Petur Hansen, noktar seg framvegis sekan.
Tað endurtók hann í rættinum í dag, sum er annar dagurin, hetta málið er til viðgerðar.
Í dag varð ákærdi maðurin tráspurdur um hvar hann var, og hvat hann hevðist at hesar dagarnar í november í fjør, tá ið Piddi hvarv og varð eftirlýstur.
Tað endaði við, at hann varð handtikin og ákærdur fyri dráp.
Í høvuðsheitum byggir løgreglan síni prógv á blóðspor og DNA royndir.
Eitt nú er DNA av Pidda funnin á jakkum, skóm, einum kúlipenni í einum læstum lumma í einum jakka, ákærdi sigur seg aldrin hava nortið við.
Ákærdi maðurin skilur ikki, hvussu blóðsporð og DNA spor eru funnin heima hjá honum.
Hann helt upp á, at onkur hevði hansara DNA og hevði plantað tað heima hjá honum fyri at fella hann fyri morðið.
Ákærdi maðurin hevði onga forkláring upp á, hvussu passið hjá Pidda varð fjalt í vegginum omanfyri eina hurð heima hjá honum og hvussu tvær fartelefonir vóru endaðar aftanfyri isoleringina heima hjá honum.
Í hjallinum við húsinum hjá manninum var ein posi við seingjarklæðum við blóði av Pidda á og øðrum, við blóði og DNA av Pidda og av ákærda.
Tað skildi maðurin heldur ikki ,tí hann hevði ikki atgongd til hjallin. Hann hevði kortini verið har einstakar ferðir og eina náttina um tað mundi, Piddi hvarv, varnaðist hann, at hjalshurðin stóð opin og klamsaði upp og aftur.
Hann var farin út í hjallin. Hann hevði sæð umrødda posan við ymsum klæðum í, við myrkum blettum í, sum kundi vera blóð.
Men hann hevði onki við hetta at gera, tí hann átti tað ikki, so hann legði tað aftur og fór inn aftur og legði seg.
Í morgin er frídagur, men hósmorgunin verður rættarfundurin tikin upp aftur og hann heldur fram hósdagin og alla næstu viku afturat.