Piddamálið: Vilja hava mannin fongslaðan í fýra vikur afturat

Í morgin fer politiið aftur í rættin við manninum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið Pidda Hansen.

Maðurin varð handtikin 16. november, og fyrst var hann varðhaldsfongslaður í tvær vikur, síðan í fýra vikur aftrat, og tær vikurnar eru úti í morgin.

Ákæruvaldið fer at krevja, at maðurin verður varðhaldsfongslaður í fýra vikur aftrat.

Tað vitsti Rás2 at siga á miðdegi.

Maðurin verður nú mentalkannaður, men annars er púra einki nýtt komið fram í málinum.

Úrslitini av onkrum royndum eru komin aftur úr Danmark, men poliitið hevur enn einki skrivligt tilfar, og tað, sum politiið veit um úrslit, verður ikki almannakunngjørt, fyri ikki at ávirka víðari kanningarnar.

Rás2 segði, at haraftrat situr maðurin ikki avbyrgdur longur og kann sostatt fylgja við í, hvat verður sagt og skrivað í fjølmiðlunum.