Ætlanin var, at rættarmálið móti manninum, sum síðan november hevur sitið varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava dripið og beint fyri líkinum av Dánjal Peturi Hansen, skuldi byrja 3. september.
Men nevningatingið er úrsett. Nær tað verður, fæst ikki at vita.
Orsøkin er, at krminalpolitiið hevur fingið nýggjar upplýsingar í málinum, og arbeitt verður við teimum. Tað er eitt stórt arbeiði, sigur Peter Thaysen, løgregluovasti.
Tað vóru hesar upplýsingar, sum fingu politiið til í seinastu viku at leita meira í Neshaga.
Peter Thaysen vil einki siga, hvørjar tær nýggju upplysingarnar eru, ella um nakað er funnið.