Ákærin í Piddamálinum hevur í morgun lagt fram endurgjaldskrøvini móti tí ákærda manninum.
Endurgjaldskravið hjá manninum, sum átti gjaldskortið, ið peningur varð tikin av, er 67.500 krónur. Endurgjaldskravið hjá børnunum hjá Pidda er 837.000 krónur.
Nógv er dokumenterað viðvíkjandi falsan av kontum, viðvíkjandi DNA-slóðum runt í húsunum, og nú verða DNA-slóðir í Skodabilinum dokumenteraðar.









