Piddamálið: Samrøðan var eingin samrøða

Tey, sum í spenningin hava bíðað eftir, hvata Piddi og vinmaðurin høvdu tosað um fríggjanáttina – ein samrøða, sum vardi frá 03.12 til 03.31 – gjørdust rættiliga vónbrotin, tá vinmaðurin varð avhoyrdur í Føroya Rætti fyrrapartin.

Vinmaðurin segði, at hann lá og svav, tá telefonin ringdi klokkan gott 03 fríggjanáttina 4. november.

Piddi segði hvør hann var, og at hann hevði fingið nummarið frá hýruvognsføraranum, sum át saman við Pidda hóskvøldið.

Síðani greiddi vinmaðurin frá, at Piddi segði tveir setningar, sum hann kortini ikki skilti, og síðani varð tøgn.

Maðurin legði seg síðani at sova aftur og heldur, at hann kann hava gloymt at sløkkja fartelefonina, og tí er samrøðan skrásett at vera so long.

Maðurin greiddi frá, at hann ringdi upp aftur morgunin eftir fyri at vita, hvar Piddi vildi náttina fyri, men tað svaraði ikki, og seinni var so einki samband við farrtelefonina.

Tískil varpaði hetta annars týdningarmikla vitni einki nýtt ljós á málið.