Piddamálið: Reypaði av ríkidømi

Í nevningatinginum í dag kom fram, at tann ákærdi hevði reypað fyri unnustuni um, hvussu væl hann var fyri fíggjarliga í Kroatia.

Hon segði í rættinum í morgun, at hann hevði víst henni mynd av sínum stóru húsum í Kroatia. Har átti hann fínan bil og hevði eisini arva hús og jørð eftir abban. Jørðina ætlaði hann at selja.

Dóttir Pidda vitnaði eisini í dag. Hon hevði verið heldur ivasom og hevði spurt mammuna, hvussu tað bar til, at hann kom til Føroya at arbeiða á Bakkafrost, um hann var so væl fyri.

Mamman hevði fingið tá frágreiðing frá tí ákærda, og hann var komin til Føroya at forvinna meira, og at inntøkan á Bakkafrost var góð.

Tekning: Janus Dam Guttesen