Piddamálið: Kravið er harðasta revsing

Ákæruvaldið krevur 33 ára gamla mannin, sum drap Pidda, revsaðan við 16 ára fongsulsrevsing, at hann verður vístur av landinum og ongantíð skal vísa seg her aftur.

Í proseduru síni segði ákærin, at í málinum eru ongar linnandi umstøður, tí drápið varð lagt til rættis frammanundan, og hann gjørdi tað fyri egnan vinning.

Hinvegin eru umstøðurnar herðandi, tí hann fór inn í húsini hjá Pidda at fremja drápið, hann slerdi fleiri ferðir. Eingin veit, nær Piddi doyði, men tað hevur ongan týdning fyri ásetingina av revsing. Antin hevur hann drigið verjuleysa mannin bløðandi gjøgnum húsini, og var Piddi deyður tá, hevur hann skemt líkið. Tað er eisini herðandi.

Eisini hevur hann gjørt nógv fyri at fjala út yvir gerðina.

Ákærin kom eisini við, at maðurin ikki á nakran hátt hevur hjálpt politinum við at greiða máli, tvørturímóti.

Omaná alt hevur hann umframt at hava dripið Pidda, sært familjuna hjá Pidda fyri lívið.

Nú hevur verjin sína proseduru, og seinast fær tann ákærdi maðurin orðið.

Ákærin nevndi, at maðurin varð avhoyrdur aftur av politinum, sum fleiri ferðir hevur roynt at fáa mannin at siga, hvat hann gjørdi við líkið.

Hvat ákærdi segði við politiið í gjár, fer verjin um eina løtu at greiða frá.

Tekning: Janus Dam Guttesen