Fyrrapartin í dag hevur Linda Hesselberg, ákæri, havt proseduru, sum fyri ein stóran part snúði seg um, hvussu ákærdi hevði svikað við einum visakorti hjá einum eldri manni á Nesi.
Hon vísti til, hvussu lítið trúverdigur ákærdi var, og at hann í øllum teimum førunum, har svikað er við nevnda visakorti, hevur tað verið møguligt hjá ákærda at vera hin seki.
Beint undan døgurða kom ákærin so til stóra málið um drápið á Dánial Petur Hansen.
Eftir vitnisfrágreiðingarnar hevur ákærin justerað ákæruritið nakað. Nú er tíðarskeiðið broytt frá 4. november klokkan 03.31 til 03.12, tá komið var eftir, at samrøðan bert vardi í fá sekund og ikki í 19 minuttir, sum fyrst mett.
Í øðrum lagi er knívur tikin burtur úr ákæruritinum sum ein av hættunum, sum Piddi kann vera dripin upp á. Ákæruvaldið heldur nú upp á, at ein steikipanna er nýtt í sovikamarinum hjá Pidda til í minsta lagi at sláa hann, so hann misti vitið, men ákæruvaldið útilokar ikki, at Piddi seinni og aðrastaðnis kann verða dripin við knívi.
Ákærin hevur eisini nomið við, at fyrrverandi kona Pidda, sum upprunaliga var undir illgruna á jøvnum føti við tann nú ákærda, skjótt varð reinsað fyri illgruna, og ákærin vísti somuleiðis á, at kvinnan alla tíðina var samstarvssinnað og hevði hjálpt løgregluni til at kanna málið.
Proseduran hjá ákæruvaldinum heldur fram seinnapartin.