Skráin til ársins G! festival, sum byrjar um ein mánað, tekur alsamt meira skap. Í dag leggur festivalurin trý nøvn afturat skránnin. Hesi eru Picture Book úr Onlgandi við føroysku Gretu Svabo Beck á sang, Nive Nielsen and The Deer Children, ið er fyrsta grønlendska navnið nakrantíð á G!, og The Shallow Man, ið er danskur bólkur við føroyinginum Atla Brix Kamban sum sangara og sangskrivara.
Picture Book, Nive Nielsen og The Shallow Man leggjast afturat eini skrá sum framanundan telur m. a. Blind Boys of Alabama (US), Meshuggah (SE), Fallulah (DK), Týr, Orka, Páll Finnur Páll og mong onnur.
Tú kanst síggja og hoyra meira til teir tríggjar bólkarnar sum eru kunngjørdir í morgun og allar hinar á skránni við at leita inn á www.gfestival.fo <http://www.gfestival.fo/> og hyggja undir "skrá".
Festivalurin boðar harumframt frá, at tað vera spennandi tíðindir at frætta í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgin umleið klokkan 08.30










